Nýggjur Barónur komin til Føroyar
Nýggjur Barónur komin til Føroyar
Vælumtókta føroyska brettspælið, Barónurin, útkom fyrstu ferð í 2012. Spælið var útselt eftir bert 2 árum og hava nógv eftirspurt spælið hesi árini.
Tí valdu brøðurnir Reimund og Jaspur Langgaard at taka stig til eina nýggja útgávu. Vinnan var fús til at hjálpa og fáa føroyingar tí aftur í ár eitt føroyskt brettspæl á hyllarnar. Barónurin kemur einans at kosta 399 kr - hetta tí at vinnan er við til at fíggja spælið við lýsingum.
Nakrar fyritøkur eru skiftar út síðan 2012 umframt at ein ávís útskifting eisini hevur verið í formonnunum í teimum politisku flokkunum, sum sjálvandi aftur eru á pengaseðlunum. Eisini hevur tunnilsfelagið fingið eitt stórt pláss í spælunum.
Sum nakað heilt nýtt, er eisini ein ensk vegleiðing inni í spælinum. Umframt at øll royn eydnuna kortini bæði eru á føroyskum og enskum.
Spælið fæst til keyps á www.baronurin.fo, í Jysk og annars øllum bókhandlum kring landið